Tølini fyri lønargjaldingarnar fyri mai mánaða eru nú tøk í Hagtalsgrunninum, útgreinaði á kyn, vinnugrein og bústaðarøki hjá løntakarum.
Í mai vórðu 813 milliónir útgoldnar í løn. Hetta er ikki met, men gongdin, ella trendurin, er heilt týðiliga uppeftir, síðani vit seinast raktu botn í septembur 2009.
509 milliónir krónur vórðu útgoldnar til mannfólk og 304 milliónir krónur til konufólk. Lønarútgjaldið til mannfólk veksa nakað skjótari enn útgjaldið til konufólk, vísa strikumyndirnar hjá Hagstovuni.
335 milliónir krónur blivu goldnar út í Suðurstreymoy, 178 milliónir krónur í Eysturoy og 97 milliónir krónur í Norðoyggjum. Hini økini, Norðstreymoy, Suðuroy, Vágar og Sandoy liggja úr 50 milliónum krónum og lægri.