Føroyska A-landsliðið stóð ikki royndina í innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini. Liðið hevur ov fáar royndir og tað sást frammanfyri málinum, har okkara brendu ov illa. Les alt um A-landsliðið í hondbólti í ÍtróttatSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
- Fleiri av okkum staðið spyrjandi um vantandi landsliðsarbeiðið. Tað hevur nærmast einki landslið verið og tað er for vánaligt Nú hava vit eina umbering fyri at halda fram at spæla í nøkur ár afturat, sigur Rókur Akralíð Nielsen.
Les eisini um týdningin av landsliðsarbeiði hjá HSF.
HB hevur spælarar á veg úr Danmark, meðan formaðurin takkar fyri seg. Les støðumeting av øllum feløgunum í Effo-deildini. Millum annað at suðuroyaliðið fær russiskan málverja.
- Nógv fólk hava skrivað til mín, enntá onkur úr Russlandi. Men eg føli ikki, at tað hevur gjørt meg kendan. Eg eri tó glaður fyri, at miðlarnir gera nógv burturúr okkara avriki, svarar Helgi Hildarson Hoydal, sum fær fimm spurningar.
- Tá vit fóru í lyftina stóðu Zlatan Ibrahimovic, Antonio Valencia, Sergio Romero og Paul Pogba har, fortelur Jákup á Borg, sum var á Old Trafford í gjár.
Les eisini klummuna hjá Hilmari Jan Hansen, stuttsøgd ítróttartíðindi, Jákup á Borg á Old Trafford og royn quzzina.