Nú sleppa skeinkistøð ikki longur at hava privatar veitslur uttanfyri vanliga skeinkingartíð.
Tað hevur loyvisnevndin avgjørt.
Síðani 2011 hava skeinkistøð kunnna fingið undantaksloyvi til at halda privatar veitslur, har almenningurin ikki hevði atgongd, uttanfyri vanliga skeinkingartíð.
Jóanna Djurhuus, forkvinna í loyvisnevndini sigur, hesa seinastu tíðina hevur tað vundið upp á seg, at skeinkistøð hava søkt um undantaksloyvi at hava privatar veitslur uttanfyri vanliga skeinkingartíð.
Kortini hava fleiri víst á, at hesi loyvini eru misbrúkt, tí í roynd og veru hevur talan ikki verið um privatar veitslur, men um almenna skeinking.
Skeinkistøðini hava bara kallað tað privatar veitslur fyri at hava eitt skálkaskjól fyri at hava barrina opna longri enn enn tey annars hava loyvi til.
Tað eru eisini dømi um, at lýst varð við slíkum ”privatum” veitslum á Facebook.
Gjørdu bart
Eisini Loyvisnevndin er kunnað um treytin fyri at fáa loyvið til privatar veitslur, verður ikki hildin.
Forkvinnan í nevndini sigur, at tað eru bæði nøkur, sum hava skeinkiloyvi, og onnur, sum hava gjørt vart við, at treytirnar verða ikki hildnar, sigur.
- Hóast tað skuldi eitast at vera ein privat veitsla, vóru treytirnar fyri at sleppa inn, so mikið lagaligar, at í roynd og veru var talan um almenna skeinking.
- Sostatt mugu vit ásanna, at skipanin við privatum veitslum ikki hevur virkað eftir ætlan, sigur Jóanna Djurhuus.
Tískil hevur loyvisnevndin gjørt av, at nú verða loyvi ikki longur givin til at halda privatar veitslur uttanfyri vanliga skeinkingartíð, leggur hon afturat.
- Sostatt sleppa skeinkingarstøð ikki longur at halda privatar uttanfyri vanliga skeinkingartíð. Men í vanligari skeinkingartíð, kunnu tey sjálvandi hava privatar veitslur.
Øðrvísi á bygd og í bý
Forkvinnan í Loyvisnevndini sigur, at í Havnini er vanlig skeinkingartíð frá klokkan 11 á morgni til klokkan 23.45 á kvøldi, mánadag, týsdag, mikudag, hósdag og sunnudag.
Á bygd er vanlig skeinkingartíð frá klokkan 11 á morgni til klokkan 22.45 hesar somu dagar.
Orsøkin til, at skeinkitíðin er ein tíma styttri á bygd, hevur einki við loyvisnevndina at gera.
- Tað er ein spurningur sum er ásettur í politiviðtøkunum. Vit hava eina politiviðtøku fyri Havnina og eina aðra fyri bygdir og býir uttanfyri Havnina og tær eru ikki heilt líka, sigur Jóanna Djurhuus.
Hon sigur at fríggjadag og leygardag er vanlig skeinkingartíð frá 11 á morgni til klokkan 03.45 um náttina.
Nøkur heilt fá undantøk eru frá hesi reglu, eitt nú á ólavsøku og øðrum serligum tiltøkum.
Framvegis loyvt
Hóast tað nú ikki longur er loyvt hjá skeinkistøðum at hava privatar veitslur uttanfyri vanliga skeinkingartíð, er tað kortini framvegis loyvt at skeinkja í brúdleypum, føðingardøgum ella øðrum privatum veitslum uttanfyri vanliga skeinkingartíð.
Er talan um at hava slíkar veitslur á støðum, sum hava skeinkiloyvi, er tað ein treyt, at staðið hevur serstøk veitsluhøli, har eingin barr er.
- Tað ber væl til at hava slíkar privatar veitslum á hotellum og øðrum støðum, sum hava serstøk veitsluhøli, har ongin barr er, sigur Jóanna Djurhuus.
Sum heild hava vanlig skeinkistøð ikki serskild veitsluhøli og tí ber ikki til at hava privatar veitslur har, uttanfyri vanliga skeinkingartíð.
Tað er heldur ikki nóg mikið, at hesi støðini steingja barrina.
Annars ber sjálvandi framvegis til at halda veitslur í bygdarhúsum og øðrum líknandi felagshølum.
Hetta eru høli, sum ikki hava skeinkiloyvi og har er einki í vegin fyri at halda veitslu og at skeinkja fyri gestunum, sigur Jóanna Djurhuus.
LES EISINI GREININA: Fáar umsóknir um skeinkiloyvi