Tann 1 .januar í ár varð nýggj gjaldskipan fyri Heilsutrygd sett í verk. Í nýggju skipanini er gjaldið sett til 160 krónur um mánaðin, og so 0,55 prosent aftrat av skattskyldugu lønini.
Skipanin, sum skal draga prosentpartin frá skattskyldugu inntøkuni, er ikki er tøk enn, og hetta hevur við sær, at einans grundupphæddin, sum er 160 krónur, verður drigin frá í januar mánaði. Við øðrum orðum verður ikki alt heilsutrygdargjaldið rindað henda mánaðin.
Tað er Taks, sum krevur heilsutrygdargjaldið inn fyri Heilsutrygd. Eftir ætlan verður skipanin, sum skal draga prosentpartin frá, klár í mars mánaði. Tá verður prosentparturin av skattskyldugu inntøkuni fyri januar og februar kravdur inn.
Hvønn mánað fer Taks at taka 160 krónur í føstum gjaldi og síðani 0,55% av skattskyldugu inntøkuni mánaðin fyri.
Tað verður sagt í tíðindaskrivi um heilsutrygdargjaldið.










