Klaksvík:
Mánadagin var ein ung kvinna inni í skóhandlinum hjá Elsu Krosstein í Klaksvík og keypti sær brúðarskógvar. Hon og komandi maðurin hjá henni skulu giftast 3. august, so tað er, sum so, ikki nakað óvanligt í, at henni tørvaði einar brúðarskógvar.
Men tað, sum kortini ger tað eitt sindur óvanligt er, at hon rindaði skógvarnar við 25 oyrum.
- Eg havi samlað síðani 4. august í fjør. Dagin eftir at hann spurdi meg, greiðir kvinnan frá.
Hon samlaði bæði 25 og 50 oyru til at keypa skógvarnar fyri, men hon fekk so einans brúk fyri 25 oyrunum at rinda skógvarnar við.
Marita Krosstein, sum arbeiðir í skóhandlinum hjá Elsu, sigur, at hetta er triðju ferð, sum hon veit av, at ein kvinna keypir brúðarskógvar við 25 oyrum. Men hetta var aðru ferð innan heilt stutta tíð.