Amerikonsku myndugleikarnir hava gjørt av at rinda endurgjald í sambandi við tilburðin, tá ein amerikanskur hermaður gjørdist frá sær sjálvum og skjeyt 17 sivilfólk í einari bygd har suðuri í Afghanistan fyri 14 døgum síðani.
Tey avvarandi hjá teimum, sum doyðu, hava fingið 258.000 krónur, og tey, sum vórðu særd, hava fingið 56.000 krónur. Endurgjaldið varð handað á guvernørskrivstovuni í Kandahar í gjár, har amerikanskir heryvirmenn og umboð fyri afghonsku stjórnina vóru hjástødd. Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Leiðslan hjá teimum útlendsku hermonnunum í Afghanistan vil ikki vátta tíðindini.










