Live tónleikur er bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið á Péche í Saltangará. Fríggjakvøldið koma teir sera væl upplagdu Mikkjal Hvannastein og Robert Waagstein at spæla. Teir báðir er sera áhugaverdir at lurta eftir, og kunnu teir fáa øll fólk at reisa seg úr stólinum. Teir eru báðir úr Klaksvík og hava spælt í fleiri ár.
Leygarkvøldið kemur tann altíð væl upplagdi Sámal Ravnsfjall at spæla. Hann er kendur av bæði yngri og eldri, og øll munnu vit duga at syngja við, tá hann fer at spæla sangir sum ?medistari í karry? og ?undir trappuni hjá Lenu?.