Rimmar upphiting í Bowling-høllini

Vindurin hevur enn ikki veruliga lagt seg, og tí verður upphitingin skipað í Bowling-høllini, heldur enn í stóra tjaldinum, sum 12. maður eisini eigur.

Á skránni verður andlitsmáling, søla av fjepparalutum sum fløgg, troyggur v.m., Landskronadysturin verður sjálvandi vístur á stórskíggja, og sagt verður eisini, at okkurt gott tilborð verður at fáa á barrini.

 

Og við góðari tíð til upphiting og eini vónandi fjølmentari áskoðarafjøld sigur 12. maður, at tey vilja gera sítt til, at seinasti heimadysturin hjá Jógvan Martini Olsen verður nakað heilt serligt.