Rimmar ítróttardagur

Einki er at ivast í, at pengarnir fara at koma væl við hjá ÍSB. Felagsskapurin skipar gjøgnum árið fyri hópin av tiltøkum, og um vikuskiftið verður eitt av teimum størru tiltøkunum.
Talan verður um ein ítróttardag, har íðkarar fara at kappast í svímjing og boccia.
Svimjingin fer fram í Eysturskúlanum, og har verður byrjað kl. 15. Boccia kappingin verður í Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn. Har verður byrjað kl. 9.30, og roknað verður við, at kappingin er liðug á leið 14.30