Rimmar tiltak í Runavík hetta vikuskiftið

Aftur í ár ber til at gera kvettið í Runavík. Talan er um Býaarskáan, ið er stóra heysttiltakið. Her verður skipað fyri einum longum vikuskifti, har fólk kunnu keypa jólagávurnar í góðari tíð

Løkshøll og Bókasavnið við Løkin skipa fyri upplivingum, og handilslívið setir hol á eina rimmar jólasølu við einari ørgrynnu av tilboðum, kappingum og undirhaldi.

 

- Harumframt verða spennandi Støkk-Upp handlar í økinum, sum eisini hava nógv góð jólagávuhugskot. Handlarnir hava opið heilt fram til á midnátt leygarkvøldið 4. november og sunnukvøldið til klokkan 20.

 

Úr rúgvuni kunnu nevnast Ævintýraferðin við Búa Dam og Dánjali á Neystabø sum vitja og fara at sýna ein part av virðisløntu filmssendirøðini "Seks spurningar um at vera menniskja”, og síðani fara teir at syngja og framføra fleiri av teimum barnakæru sangunum, sum teir eru so kendir fyri. 

 

- Ein áhugaverd seymiverkstova verður hjá Dianu og ein smúkku-kafé á Heiðavegi.  Á altanini hjá Betri verður uttandura konsert. Tann stuttliga og sermerkta stempulkappingin hjá handilslívinum er eisini, og vinningurin verður als ikki minni í ár.   

 

Bókasavnið við Løkin letur dyrnar upp leygardagin klokkan 10 við nógvum tilboðum til børnini. Har vera søguløtur, spurnakapping - og tey hava tilfar at gera kúllaligar bókaeinglar, stuttlig bókamerki ella onnur jólagávuhugskot.

 

Kunning um tiltøkini er at síggja á byarskain.fo og á facebook vanganum; Býarskái í Runavík.

 

- Samanumtikið ber til taka sær av løttum og samstundis avgreiða allar jólagávurnar og uppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út fyrsta vikuskiftið í november, siga tey hjá Visit Runavík.