Undirhald
Hetta er fyrsta ferðin, at tiltak av hesum slag verður fyriskipað í høllini á Eiði. Ofta verður tikið til, at byrjast skal í smáum, men tað er so ikki tað, sum eiðisfólk hava stungið í kortið.
Kvøldið byrjar við stórari mótasýning, og síðani er undirhald í longum banum á skránni. Heri Simonsen hevur til uppgávu at fáa gongd á láturvøddarnar. Upptøkur frá fótbóltinum tey bæði seinnu árini verða vístar á stórskíggja, og so verður talan um dans av tí heilt góða slagnum. Hesum verða tað Frændir og Showmenn, sum standa fyri, og tað skuldi í øllum førum borga fyri góðsku í hægsta flokki.
Frá fyrireikarunum verður sagt, at atgongumerkir til tiltakið kunnu keypast í forsølu á kunningarstovunum í Havn og í Eysturoynni, á Shellstøðunum í Eysturoynni, Streymoynni, í Vágunum og í Klaksvík, í handlinum í Hósvík, hjá Børga í Kollafirði og á Eiði hjá Oliver Øster og í kioskini á keijini.
Bussar koyra úr Fuglafirði, Runavík og Vestmanna.