Stór var frøin, tá tað frættist, at ein av okkara allarbestu rokksangarum, sum vit annars hildu okkum at hava mist til Eysturoynna, Mikkjal Gaard Hansen, maðurin, sum fekk Krit at flúgva og okkum onnur at flippa út við kultbólkinum Sic, aftur vildi koma at spæla í høvuðstaðnum.
Mikkjal, sum er føddur og uppvaksin (tónlistarliga) á Margarinfabrikkini, kemur nú heim aftur og ætlar hann saman við nýggja rokkbólki sínum SIC at lata løgini tóna í nýmálaðu rokkstovuni á Margarinfabrikkini.
Tveir aðrir bólkar eru eisini fúsir at spíla seg út og geva rokkinum eitt spark. Teir eru 48 Pages (fyrrverandi Monkey Mongolia) við broyttari manning og einum nýggjum stíli, sum vil nakað og Speaker, ið hevur lagt seg trygt á ein stíl, sum alt fleiri halda sera nógv um.
Alt í alt verður lagt upp til eitt feitt rokkkvøld, har streymurin verður settur á ungdómin, og væntandi koma nógv fólk til hetta sera spennandi tiltak.
Konsertin verður á Margarinfabrikkini fríggjakvøldið kl 22.










