Konsert var í gjárkvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri við Karsten Vogel, Føgrum Fuglum og K Trio Konsertin var ætlað sum vanlig konsert, fyriskipað av Suðuroyar Tónleikafelag, men fall saman við 1. mai tiltakinum, sum Javnaðarflokkurin skipaði fyri á Seglloftinum. Tískil var avgjørt, at konsertin var ókeypis og partur av haldinum.
Hetta gjørdi ikki tónleikaupplivilsi verri. K Trio spældi góðan jazz, og prógvaðu sínar dygdir. Karsten Vogel, og føroyski bólkur hansara Fagrir Fuglar, spældu lættari jazzkendan tónleik, og riggaði hetta sera væl. Huglagið (stemmningurin) á Seglloftinum fríggjakvøldið var á tindunum.
Tað var heilt greitt, at suðuroyingar fegnaðust um at hoyra slíkan tónleik, sum annars ikki er gerandiskostur. Og samstundis høvdu mong norðaneftir leitað sær til Suðuroyar at hoyra Vogel (ella taka lut í haldinum), og hesi fingu heilt greitt eisini eitt tónleikaligt upplivilsi.
Eftir konsertina var speakers corner, og inn ímillum var tónleikur við Trúgva og Dagfinni og felagsssangur.
Í kvøld klokkan 17 spæla Vogel og Fagrir Fuglar í Norðuirlandahúsinum í samband við fernisering av framsýning hjá Pernille Mejslov.