Fríggjakvøldið var samkoma í saltsiloini á Drelnesi. Osøkin var,at Suðuroyar Tónleikafelag handaði Projekt Salt 92.756,82 krónur. Hetta var yvirskotið av Jóansøkufestivalinum 09, ið var skipaður sum stuðulskonsert til frama fyri ætlanina at gera saltsiloina til mentanar- og konserthús.
Stóra høllin var upplýst við ljoskastarum og livandi ljósum. Tóra Vestergaard sang Ave Maria, meðan fuglar í niðara enda á siloloftinum eisini sungu. Men Tóra sang yndisliga hetta kenda verk, og so var løtan komin, har Kristian Holbæk, vegna Suðuroyar Tónleikafelag, handaði Projekt Salt peningagávuna. Kristian takkaði tónleikarum úr øllum landinum, ið spældu ókeypis á jóansøku til frama fyri mentanarhús ætlanina.
Gull verd
Ólavur Rasmussen, samskipari í Projekt Salt, takkaði fyri peningagávuna, og takkaði eisini fyri, at føroyskir tónleikarar síggja møguleikar í ætlanini, og spældu ókeypis á jóansøku. Hann viðgekk, at hendan gávan ikki einsamøll fíggjar ætlanina, men at gávan tó er gull verd, tí hon er prógv um samanhald í Føroyum, har føroyskir tónleikarar stóðu saman um at stuðla ætlanini.
Ólavur Rasmussen vil í viðmerking ikki koma inn á smálutir í Projekt Salt, tí enn verður samráðst, men hann sigur seg tó kunna siga, at tað sær gott út, og at tað røkist fyri, at ætlanin gert veruleiki.
Takkaði Vígdis Finnbogadóttir
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, frøddist um, at fólk úr allari Suðuroynni vóru samankomin í saltsiloini fríggjakvøldið. Hann segði, at tað nú vóru eini 2 -3 ár síðani, at Tvøroyrar Býráð skuldi taka støðu til, hvørt siloin skuldi beinast burtur, ella varðvetast. Hann segði seg vóna og vænta, at um eini 2-3 ár ber til at savnast á sama stað í einum mentanar- og konserthúsi. Hann takkaði Suðuroyar Tónleikafelag, føroyskum tónleikarum, Vígdia Finnbogadóttir, ið er protektor fyri mentanarhúsætlanina, og Ólavi Rasmussen sum hann segði alla tíðina hevur verið ein eldsál í arbeiðium at fáa ætlanina til veruleika.
Stór konsert
Brandur og Tróndur Enni og Eyðun Nolsøe spædu nøkur løg, og síðani kom Ólavur Rasmussen aftur á pall, sum í hesum førinum vóru nakrir plattar, og hann kunngjørdi, at tann 15. mai verður rimmar konsert í saltsiloini.
Bíðað hevur verið eftir, at nøkur nøvn eru tøk og siga ja, og nú er alt komið á pláss. Tann 15. mai fara Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen, Frændur, Harkaliðið, Rúni Brattaberg og Brandur og Tróndur Enni at spæla,og møguliga legst afturat. Hetta verður stuðulskonsert til frama fyri ætlanina at gera saltsiloina til størsta konserthús í Føroyum, og kanska á okkara leiðum yvirhøvur. Sambært samskiparanum røkist fyri, at hetta verður veruleiki.