Rimmar kórframførsla um vikuskiftið

Sunnukvøldið klokkan 19 fer TenSing at hátíðarhalda 10 ára føðingardagin við einum braki av einari konsert í Norðurlandahúsinum

Tónleikur

 

Seinastu 10 árini hava óteljandi ung sungið, dansað, spælt sjónleik og havt tað stuttligt í hjartanum í Havnini. Flestu havnafólk hava hoyrt um TenSing-kórið í KFUM, sum hevur sett síni spennandi spor á ungdómslívið í høvuðsstaðnum. Kórið, sum er fyri allar tannáringar, hevur verið karmur um eitt skapandi og mennandi umhvørvi, har listin skapar samanhald gjøgnum sang, dans og sjónleik.

Kórið sá dagsins ljós í 1999, tá ungi norðmaðurin Vemund Svendsen kom til Føroya at byrja eitt øðrvísi ungdómskór. Hugsjónin handan TenSing er, at øll kunnu vera við.

 

Nógv er hent síðan. TenSing kórið hevur vitjað í Kekkia, Noreg og Danmark, og fyri at fíggja hetta hava tey eisini troytt alternativar møguleikar. Eitt nú vóru tey tey fyrstu, sum høvdu eina fløskuinnsavnan.

 

Nú 10 ár eru liðin, síðani kórið sá dagsins ljós, verður rimmar konsert hildin í Norðurlandahúsinum. Á konsertini verður kórið mannað av sangarum, sum í størri og minni hava verið partur av kórinum seinastu 10 árini, so talan er um stóran hóp av sangarum, sum fara at framføra.