Rimmar finaludagur

Við tíggjundi útgávuni av steypafinalunum hevur Flogbóltssambandið aftur prógvað, at tað ber til at seta ítróttina á dagsskrá, um karmarnir eru teir røttu

Ítróttarklumma

 

Hóast flogbólturin ikki er tann ítróttin, sum fær størsta uppmerksemið í fjølmiðlunum, so ber illa til annað enn at hámeta framúr arbeiðið, sum Flogbóltssambandið hevur gjørt ígjøgnum fleiri ár.

Fremsta dømi um hetta eru helst steypafinalurnar, sum á hvørjum ári seta stórt fokus á teir báðar dystirnar, sum gera av, hvørji lið hesa ferð kunnu rópa seg steypavinnarar.

Umvegis beinleiðis sendingina, sum tíverri bert var í sjónvarpinum hesaferð, fylgir stórur partur av landinum við, hvussu leikur fer, og á áskoðaraplássunum eru hundraðtals fjepparar eisini við til at seta sín dám á dagin, ið veruliga kann roknast sum veitsludagurin fyri flogbóltin.

Profilering snýr seg tó eisini um inntjening, og tað er at fegnast um, at Flogbóltssambandið hevur dugað at vunnið sær pening burtur úr finalunum. Undan finaluni hesa ferð varð sagt, at samlaði umsetningurin fyri tær tíggju finalurnar var farin upp um milliónina.

Og hesin peningurin skal vera flogbóltinum væl untur. Við altjóða luttøku hjá bæði yngri og eldru landsliðum hevur FBF støðugt syrgt fyri avbjóðingunum, sum eru so alneyðugar fyri menningina av flogbóltinum. Ein menning, sum eisini hevur borið við sær, at landafrøðiliga spjaðingin av ítróttini nú er størri, enn hon nakrantíð hevur verið.

SÍ er kanska besta dømi um hetta, tí eftir bara 10 árum hava sørvingar vunnið sær støðu sum mest sum flogbóltsmetropolur innan bæði menn og kvinnur. Og við tveimum finaluliðum annað árið á rað hevur felagið av álvara staðfest hesa støðu. Eisini hóast tað heldur ikki hesa ferð gjørdist til dupultan sigur.

Hjá monnunum vóru fuglfirðingar nevnlgia eins sterkir, sum teir fleiri ferðir áður hava verið, og tá liðið longu nú stendur sum greipuvinnarar, ber illa til annað enn at siga tilllukku.

Somuleiðis tillukku til kvinnurnar hjá SÍ, sum nú loksins eisini kunnu rópa seg steypavinnarar.