Fótbóltur
Tað kann væl vera, at veðrið var heldur keðiligt, tá seinasta floytið var í Formula-deildini seinasta leygardag.
Men fyri tað ber væl at halda eina rimmar fótbóltsveitslu, og tað er hetta, sum Miðlahúsið hevur sett sær fyri at gera í kvøld. Fótboltsfólk og -spælarar úr øllum landinum hava boðað frá luttøku, og rokna verður við fullsettum hølum, har fótbóltsreyp og –prát verður á skránni í tríggjar tímar.
Hæddarpunktið á kvøldinum verður sjálvandi, tá ymsu handanirnar fara fram, og verða tær fyrstu av hesum á skránni klokkan 22. Rás2 sendir eisini beinleiðis frá tiltakinum, og umframt ymsu handirnar verður sjálvandi eisini prátað við fleiri av veitslugestunum, eins og tónleikur og bara hugni verður á skránni.
10. ferðin
Hetta er tíggjunda ferðin, at Sosialurin skipar fyri kjósanini av bestu fótbóltsfólkunum í landinum. Og runda talið er eisini ein av orsøkunum til, at serliga nógv verður gjørt burtur úr kvøldinum hesaferð.
Atkvøðugreiðslan er skipað soleiðis, at venjarar og liðskiparar hjá liðunum í Formula-deildini og 1. deild kvinnum hava greitt atkvøðu, og hartil eru umboð fyri fjølmiðlarnar eisini sloppin framat at siga sína hugsan. Hvør atkvøða telur eitt stig, og er ikki loyvt hjá venjarum ella spælarum at atkvøða fyri persónunum úr sínum egnu feløgum.
Og so er hetta sjálvandi eisini kvøldið, har gyltu skógvarnir skulu handast til tey, sum hava skotið flestu málini í ár. Ein handan, sum tó ikki hevur kravt nakra atkvøðugreiðslu annað enn tað, sum spælararnir hava víst gjøgnum árið.
Besta spælið
Umframt hesar virðislønir verður eisini latin serlig virðisløn til tað liðið, sum hevur sýnt besta fótbóltsspælið í Formula-deildini í ár. Tann atkvøðugreiðslan er farin fram gjøgnum alt árið, tá ítróttarskrivarar hjá Sosialinum eftir hvønn dyst hava givið liðunum millum ein og seks bóltar fyri avrik sítt.
Virðislønin fyri hetta er, at vinnandi liðið kann geva eitt herðaklapp til eitt av yngru liðum felagsins. Tað stendur spælarunum frítt at velja millum hesi, men spælararnir á tí ungdómsliðnum, sum verður valt, fáa ein spildurnýggja Puma-bólt í part, og eru hesir bóltar ogn hjá spælarunum sjálvum – og altso ikki felagnum.