Rimmar dansur við Starlight 2. jólakvøld

Bólkurin Starlight syrgir fyri rimmar dansi í VB-húsinum 2. jólakvøld. Bólkurin, ið gjørdi nógv um seg í 80´unum, spældi til eitt sera væl eydnað dansikvøld í oktober seinasta ár, og var hetta fyrsta framførslan hjá teimum saman seinastu 20 árini.

 

Manningin telur Fimmboga Lisberg, ið syngur og spælir gittar, Sámal Samuelsen á trummum, Kára Lisberg á bassi, Jóhan Martin Jacobsen, ið spælir gittar, og Jákup Hansen, ið syngur.

 

Tónleikurin, teir fara at spæla, er í høvuðsheitum 70-80?ára rocktónleikur umframt okkurt nýggjari.