Rimmar dansur Vági í kvøld

Suðuroyingum nýtist ikki at keða seg í kvøld, 2. jólakvøld, tí fleiri tónleikatiltøk eru í oynni. Í Vági fer bólkurin 005 á pall. Tað eru 005, við sangkvinnuni Jonhild A. Nielsen á odda, ið standa fyri dansinum í VB Húsinum í kvøld.

Bólkurin er settur saman av sera royndum tónleikarum, og á skránni er eisini bæði nýtt, og gott gamalt.