Leygarkvøldið skipar Strálan fyri stórum dansi á Strondum.
Tað er countrykongurin Hallur Joensen v/orkestri sum fer at spæla.
Hallur er júst komin út við eini nýggjari fløgu sum er sera væl umtókt. Fyrst á kvøldinum verður borðhald við búffi og undirhaldi, sum ein má tekna seg til.
Eini verturin í sendingini Upp á tá, fer at spæla góðan norðurlendskan dansitónleik, meðan orkestrið fær sær ein lítlan steðg.
- Heilt vist er lagt upp til eitt rimmar dansikvøld, har dansast kann út í eitt fyri allar pengarnar, verður sagt av Strondum.