Rimmar dansur í Hvalba leygarkvøldið

? Bussar koyra úr Vági og Av Tvøroyri í sambandi við stóra dansin í Hvalba leygarkvøldið, har best umtókta dansiorkestur í landinum í løtuni, spælir

Leygarkvøldið skipar áhugafelagið hjá Royn fyri ársins fyrsta stórdansi í Roynhøllini í Hvalba.

Tað er vælumtókti bólkurin, Taxi, sum fer at spæla.

Í sambandi við dansin, fara bussar at koyra bæði úr Vági og av Tvøroyri til Hvalbiar í dans.

Bussurin ur Vági koyrir frá Báruni kl. 23 og tann av Tvøroyri koyrir frá Tangabúðini, eisini klokkan 23.

Somuleiðis koyra bussar úr Hvalba og suðuraftur til Tvøroyrar og Vágs aftaná dansin.

Bussurin kostar 50 krónur úr Vági til Hvalbiar og aftur, tvs, 25 krónur hvønn vegin og hann kostar 40 krónur av Tvøroyri til Hvalbiar og aftur, tvs. 20 krónur hvønn veg Atgongumerkið til dansin kostar 100 krónur.


Nógv eftirspurdur

Taxi er tann mest eftirspurdi dansibólkurin í Føroyum í løtuni og hvalbingar dylja ikki fyri, at teir halda seg vera hepnar, at tað hevur eydnast at fáa teir suður. Teir eru serliga kendur fyri tann frálíka tónleikin og tað professionellu framførsluna.

Taxi var fyri stuttum við í útvarpssending saman við fremsta bólkinum í Íslandi í løtuni, Land og Synir.

Tónleikurin varð útvarpaður beinleiðis í Íslandi og hetta førdi við sær, at Taxi hevur fingið fleiri áheitanir um at koma til Íslands at spæla.

Taxi hevur tikið av, og í næstum fer bólkurin til Íslands at royna seg

Í Mars mánaða fara teir til Keypmannahavnar.

Og síðani fara teir í upptøkuhøli at taka fløgu upp.

Manningin í Taxi sigur at teir gleða seg til at at hitta ungdómin í Suðuroynni.

Tónleikararnir eru allir millum okkara allarfemstu: Kim Hansen og Kaj Johannesen eru m.a. kendir úr Moira.

Magnus Johannesen er m.a. kendur frá Terja og Føstufressum og Plymm, Vit hava ikki fingið eftirnavnið á Jón við, men hann hevur m.a. spælt við Frændum og Eyðun Nolsøe Band.

? Og úr Danmark kemur harafturat frálíki saxofonspælarin, Jim Skau, sum eisini fyrr hevur spælt við Eyðun Nolsøe.