Rimmar Country-dansur verður í høllini á Hálsi leygarkvøldið tann 31.mai Tvøroyrar billardfelag skipar fyri einum sera góðum dansitiltakið hetta kvøldið við framúrskarandi og vælljómandi dansibólkum. Fløgu aktuelli Hallur Joensen trýnur á pall við einum 7 mans stórum tónleikabólki, har allir limirnir eru kendir fyri at levera besta dansitónleik í landinum. Hallur Joensen hevur longu selt yvir 2000 fløgur, so tað sigur eitt sindur um, hvussu væl dámdur tónleikur hansara er. Spaðar 5Næsti bólkurin, sum verður á pallinum, er eingin minni enn Spaðar 5. Hesin bólkur man vera ein tann besti dansitónleikabólkurin vit eiga her á landi, so sjálvandi vera teir eisini við hetta kvøldið. Spaðar 5 er garanti fyri einum góðum dansikvøldi ,og er altíð góður stemningur tá ið teir spæla. Eisini verður okkara fólkakæri Elis Poulsen á pallinum leygarkvøldið tann 31.mai. Hann skal syrgja fyri at gólvið er stúgvandi fult av dansikátum fólki í steðginum. Lagt er upp til eitt sera gott og fjølbroytt dansitiltak, kryddrað við bæði countrytónleiki og øðrum góðum tónleiki frá Halli Joensen, Spaðar 5 og Elis Poulsen.Atgongumerki er at fáa á Kunningarstovuni í Havn og við dyrnar, kosta kr. 250,-