Janus Petersen, bankastjóri og formaður í felagnum fyri føroysku peningstovnarnar, heldur lítið um uppskotið at loyva Húsalánsgrunninum at kappast við peningastovnarnar - Tað er ikki rímiligt, at tað almenna kappast við privatar á hesum øki - fyri skattaborgarans pengar.
Tað sigur Janus Petersen, forstjóri í Bank Nordik og formaður í felagnum fyri føroysku peningastovnarnar við Rás 2.
Felagið hevur verið í samráð við Fíggjarnevndina í samband við eitt uppskot, sum Miðflokkurin hevur lagt fyri Tingið um at lógina fyri Húsalánsgrunnin, so hann aftur kann veita verulig húsalán og ikki bara smærri orkulán, so sum bjálvingarstuðul.
Men hetta halda peningastovnarnir lítið um.
?Felagið fyri peningastovnar óttaðist hinvegin fyri avleiðingunum, um uppskotið verður samtykt. Felagið fyri peningastovnar vísti á, at Húsalánsgrunnurin við 600 mió. kr. í eginpeningi og við 350 mió. kr. í tøkum peningi er førur fyri at átaka sær nærum alla sethúsafígging í Føroyum ? okkurt um 6 mia. kr. Verður hetta støðan, kann tað taka ein týðandi part av uppgávuni frá peningastovnunum?, stendur m.a. í álitinum, sum Fíggjarnevndin hevur lagt fyri tingið.
Men okkurt bendir á, at politikararnir hava tikið ov rívan, tá teir endursiga peningastovnarnar.
Janus Petersen heldur í øllum førum ikki, at tað er reelt, at Húsalánsgrunnurin dustsúgvar húsalánsmarknaðin.
Kortini heldur bankastjórin fast um, at tað er skeivt, at Húsalánsgrunnurin fer at kappast við privatu peningastovnarnar á økinum.
Óansæð hevur bankastjóran neyvan nakað at óttast.
Meirilutin í Fíggjarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið, sum hevur aðru viðgerð í dag