Fýra av tíggju sokallaðum rimasengrum eru ikki væl egnaðar til smábørn. Í teimum fýra førunum eru sengur av hesum slagi ikki nóg tryggar, og góðskan er heldur ikki ikki nóg góð.
Tað vísir ein kanning, sum danska brúkarablaðið Tænk hevur gjørt.
- Smábørn brúka ikki bara songina til at sova í. Tey hoppa, spæla og bestast eisini í hesum sengrunum, og tískil er umráðandi, at góðskan á sengrunum er góð samstundis sum tað er eitt trygt stað hjá børnunum at vera. Tí er tað als ikki nøktandi, at fýra út av tíggju rimasengrum dumpa hvat í trygd og góðsku viðvíkur, tá vit gera hesar kanningarnar í laboratoriinum, sigur Stine Müller frá danska brúkararáðnum.
Kanningin vísir eisini, at prísur og góðska á ongan hátt ganga hond í hond. Sostatt eru tvær av teimum dýrastu sengrunum at finna millum tær fýra, ið als ikki kláraðu seg væl í kanningini. Tær sengurnar, ið dumpaðu royndina hjá Tænk, eru Sebra Kilibaby + Junior, Bino Amanda, Et Hjem Sofus(basis) og Ilva Malik. Á heimasíðuni tænk.dk ber til at síggja, hvør bíliga songin er, sum stóð seg best í royndini.
Trupulleikin við góðskuni á sengrunum var millum annað, at ein lamelbotnur brotnaði, og rimarnir brotnaðu somuleiðis. Harafturat var í summum førum vandi fyri, at børnini kundu fáa fingrar, armar ella føtur fastkleimtar í sengrunum.









