Ríkisveitingin er á skránni í dag

Teir tríggir flokkarnir, sum samráðast um nýggja samgongu, eru aftur farnir til samráðingarborðið í morgun.

Aksel V. Johannesen sigur, at nøkur av stóru málunum eru eftir at fáa greiðu á, og at eitt av teimum er málið um at minka ríkisveitingina.

Hann sigur, at enn er ov tíðliga at siga, um samgongan er í pottinum, men hann letur væl at og hevur góðar vónir.