Ríkisumboðið skrivar um Thorshavn

Í fjør fylti seglskipið Thorshavn 75 ár. Í síni velmakt var skipið ferðaskip hjá ríkisumboðunum í Føroyum, men seinni árini hava tvøramenn, við Jóannes Eidesgaard fyrrverandi løgmanni á odda, átt skipið.

 

Í næstum kemur bók út um skipið. Tað er fyrrverandi ríkisumboðið í Føroyum, Søren Christensen, sum hevur skrivað bókina. Í orðum og myndum greiðir hann frá søguni hjá M/K Thorshavn, síðani hon varð bygd í 1940 og fram til í dag.

 

Umframt at lýsa ein part av føroyskari skipasøgu, er hetta eisini ein frásøgn um sambandið millum Føroyar og Danmark. 

 

Bókin verður útgivin 6. apríl.