Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fram á ting um, at tað sum samgongan ætlar at lækka ríkisstuðuðulin við, í staðin verður brúkt til at fíggja Suðuroyartunnilin. Talan er um uppskot til samtyktar.
Uppskotið snýr seg í stuttum um, at tær 25 milliónirnar, sum samgongan ætlar at skerja ríkisstuðulin við um árið hetta valskeiðið, verða fluttar til Suðuroyartunnilin.
Í viðmerkingum til uppskotið sigur Sambandsflokkurin, at lagt verður upp til, ístaðin fyri at niðurlaga ríkisveitingina, at ætlaða árliga niðurlagingin verður flutt til P/F Suðuroyartunnilin sum eginfígging til bygging av einum suðuroyartunli.
Fyrsta flytingin verður fyri verandi fíggjarár. Fyri 2023 verða sostatt fluttar 25 mió. kr., fyri 2024 50 mió. kr., fyri 2025 75 mió. kr. og fyri 2026 og árini frameftir 100 mió. kr. árliga, meðan ríkisveitingin verður verandi óbroytt á sama støði sum í 2022.
Fram til 2032 gevur ætlaða niðurlagingin av ríkisveitingini 25+50+75+7∙100= 850 milliónir krónur, sum Sambandsflokkurin heldur hevði verið eitt gott ískoyti til at fremja verkætlanina og knýtt Suðuroynna í meginøkið.
Í Sosialinum hetta vikuskiftið er meira um málið. Eitt nú er ein útrokning, sum vísir, hvussu nógvar pengar Føroyar hava flutt aftur til Danmarkar, síðani fullveldissamgongan í 2002 avgjørdi at skerja ríkisstuðulin við 360 milliónum krónum um árið.