Fleiri ríkisleiðarar hava nú tikið av innbjóðingini hjá egyptiska forsetanum, Abdel Fattah al-Sisis, um ein toppfund um Gazageiran.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at talan er um leiðarar í Miðeystri, Evropa, Kanada og Japan, sum koma til egyptiska høvuðsstaðin, Kairo.
Millum leiðararnar, sum higartil hava sagt seg koma, eru eitt nú palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, kongurin í Bahrain og krúnprinsurin í Kuwait.
Ein røð av evropeiskum forsætisráðharrum hava eisini sagt, at teir verða við á toppfundinum.
Talan er eitt nú um Kyriakos Mitsotakis úr Grikkalandi, Giorgia Meloni úr Italia og Pedro Sánchez úr Spania.
Haraftrat koma Justin Trudeau úr Kanada og forsetin á Kypros, Nikos Christodoulides, umframt ES-umboðini, Charles Michel og Josep Borrell.
NTB veit at siga, at Noreg á toppfundinum leygardagin verður umboðað av uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide.
##med2##