Ríkisfelagsskapurin myndar okkum øll

Hendan samrøðan við Martin Breum bar til at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum 6. november 2015. Samrøðan verður løgd út á in.fo í samband við, at sjónvarpsrøðin byrjar í kvøld. 


Neyvan finst tað mansbarn í Føroyum, ið ikki hevur onkra hugsan um ríkisrættarligu støðu føroyinga í danska ríkinum. Líka síðani fólkaatkvøðuna í 1946 hevur ríkisrættarliga støðan verið ein týðandi partur av føroyskum politikki. Seinastu árini hevur evnið eisini verið aktuelt, fyrst tá danski stovnurin Fíggjarligt Støðufesti bjargaði EIK banka undan húsagangi, og síðani tá danska stjórnin tók lut í ES-boykottinum móti Føroyum í makrelstríðnum.


Tað er tó ikki bara politiskt, at føroyingar verða mintir um tætta tilknýti til Danmark. Millum annað, so leitar stórur partur av føroyska ungdóminum sær til Danmarkar í útbúgvingarørindum, danskt verður undirvíst í fólkaskúlanum og gjaldoyra er danskt.


Sostatt verða føroyingar áhaldandi mintir á, at vit í dag eru partur av einum størri felagsskapi. Men um vanligi føroyingurin verður spurdur, um hvar ríkisfelagsskapurin stavar frá, og menningina av felagsskapinum síðstu tríhundrað árini, so eru tað helst færri, ið kunna geva haldgóð svar. Men tað broytist møguliga nú, tí tveir danir hava sett sær fyri, at fortelja søguna um ríkisfelagsskapin.


Vilja fortelja søguna um ríkisfelagsskapin 
Martin Breum er útbúgvin journalist, og var í mong ár vertur í sendingin Deadline á DR2. Har er hann ikki longur, men seinastu tvey árini hevur hann arbeitt saman við Jakob Gottschau, sjónvarpsframleiðara, við eini verkætlan, ið skal fortelja søguna um ríkisfelagsskapin.


- Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at nakar fortelur søguna um ríkisfelagsskapin tríhundrað ár aftur í tíðina. Sendingarnar royna at lýsa, hvat er hent, hvussu menningin av felagsskapinum skal skiljast og hvat vit mugu læra frá fortíðini, so vit eru betri før fyri at taka lut í einum kjaki um framtíðina, sigur Martin Breum.


Ætlanin er at gera seks sendingar, ið snúgva seg um søguna hjá ríkisfelagsskapinum. Sendingarnar verða lidnar í apríl, og skulu sendast í trimum sjónvarpsrásum í danska ríkinum, KVF í Føroyum, KNR í Grønlandi og DR í Danmark. Sendingarnar, ið verða vístar í Føroyum, verða í mest møguliga mun á føroyskum, meðan tær í Grønlandi og Danmark verða á ávikavist grønlendskum og donskum.


Harumframt er ætlanin, at tilfarið eisini skal kunnu nýtast sum undirvísingartilfar á Miðnám og í Fólkaskúlanum.


- Vit hava verið í samskifti við Nám her í Føroyum í yvir eitt ár. Vit eru sera takksamir fyri hvussu væl tey hava tikið móti uppskotinum.. Tey hava alla tíðina stuðla hesi verkætlanini, og fara at brúka tað sum undirvísingartilfar her í Føroyum. Vit hava líknandi avtalur í Danmark og Grønlandi. Sostatt fáa eisini næmingar í øllum kongaríkinum betri innlit í ríkisfelagsskapin.


Ríkisfelagsskapurin myndar okkum øll
Men hvussu stóran týdning hevur ein felagsskapur, ið nógvir danir ikki geva sær far um, og sum nógvir føroyingar og grønlendingar ikki ynskja at vera ein partur av?


- Vit hava tað til felags í øllum ríkinum, at eingin kann í dag siga, at tey ikki verða ávirkaði av hesum felagsskapi. Tað ávirkar hvussu vit tosa, hugsa og skilja okkum sjálvi sum modernað menniskjur. Tað er ávirka av tríhundrað árum við mentanarligum, sosialum, búskaparligum og politiskum samskifti og handli millum Føroyar, Danmark og Grønland.


- Hetta er kanska lættari at skilja hjá føroyingum og grønlendarum, ið eru fødd inn í ein danska ríkisfelagsskap, har danskt mál, politikkur, búskapur og kongshúsið hava ein stóran leiklut. Men tað er eins avgerandi at skilja, at tá man er føddur í Danmark, so er tann tjóð, ið man býr í, djúpt ávirkað av seinastu tríhundrað árunum av samskifti og handli við Føroyum og Grønlandi.


Seinastu árini er Martin Breum vorðin sannførdur um, at grønlendska og føroyska ávirkanin á donsku tjóðina, er nógv djypri, enn fólk gera sær far um. Hann vísir millum annað á, at tað eru túsundatals av dønum, ið hava okkurt tilknýti við restina av ríkisfelagsskapinum, verði tað seg gjøgnum vinnulív, familju ella hjúnalag. Men eisini á annan hátt, hava Grønland og Føroyar sett sítt merki á donsku tjóðina.


- Listafólk, rithøvundar, vísindafólk, prestar, tey mentaðu, fólk, ið tosa, skriva, mála og samskifta, hava seinastu tríhundrað árini fingið nakað av teirra týdningarmesta ávirkan úr Grønlandi og Føroyum, og hevur tað havt alstóran týdning í menningin av Danmark. So tað er líkamikið, hvar man er í ríkisfelagsskapinum. Felagsskapurin hevur havt ein stóran týdning fyri okkara sjálvsmynd.


Fávitskan um Føroyar er øgilig
Hóast Martin Breum metir, at føroyska og grønlendska ávirkanin á Danmark hevur verið stór síðstu nógvu hundrað árini, so viðgongur hann samstundis, at vitanin um hini londini í ríkisfelagsskapinum er ov tunn hjá dønum.


- Fávitskan um Føroyar og Grønland í Danmark er øgilig. Tá tað er sagt, so vita danir væl, at Føroyar og Grønland hoyra til ríkið, og tað merkir, at danir síggja seg sjálvar sum part av nøkrum, ið er størri enn bara oyggjarnar í Jútland, Fjón og Sæland. Tað merkir nakað fyri hvussu man sær seg sjálvan sum heimsborgari. Tað er ein søga, ið kanska ikki er so kend, men hon er partur av fólkasálini.


- Tí er týdningarmikið at læra danir um søguna, tí tey hoyra fordómar um føroyingar og grønlendarar, og mugu taka støðu til viðkomandi mál sum makrelstríðið, grindadráp, loysing ella okkurt líknandi. Tá man skal taka støðu til hesi málini, so ger man tað við eini kenslu av, at vit hava eina felags søgu, men kenna ov lítið til hana.


- Tí verður kjakið mangan ov tunt, og tað er tí, at vit framleiða hesar sendingarnar, so fleiri fólk kunna taka lut í kjakinum um ríkisfelagsskapin á einum upplýstum grundarlagið.


Eitt litríkari kjak uttanfyri Danmark 
Ein stórur partur av verkætlanini er at gera samrøður við søgufrøðingar, politikarar, fólkalívsfrøðingar og fólk, ið minnast søguligar hendingar. Harvið hava menninir handan verkætlanini fingið eitt sjáldsama gott innlit í, hvør ráðandi fatanin er av ríkisfelagsskapinum í teimum ymiskum londunum.


- Tann størsti munurin í hugsanini um ríkisfelagsskapin er, at tað í Føroyum og Grønland er eitt livandi kjak, um hvat besta samstarvi er landanna millum. Tað kjakið vísir á fleiri loysnir. Soleiðis er tað sjáldan í Danmark. Tey fáu, ið luttaka í kjakinum, eru vanligir politikarar og søgufrøðingar. Har eru tey flestu enn av tí føstu sannføring, at verandi ramma, tað vil siga danska grundlógin og ríkisfelagsskapurin, er besta ramman.


Nýggja CEF-samgongan hevur boðað frá, at ætlanin er at smíða eina føroyska grundlóg ella stjórnarskipan. Ein slík lóg hevur áður verið umstrídd, og vandi er fyri, at hon kann vera í stríð við donsku grundlógina. Martin Breum metir tó ikki, at ætlanin hjá nýggju samgonguni órógvar samstarvið í ríkisfelagsskapinum, tí einki nýtt er undir sólini. Tosa hevur nevniliga verið í longri tíð um eina føroyska grundlóg.


Danmark hevur tørv á Føroyum
Sjálvt um framtíðin hjá ríkisfelagsskapinum ikki verður viðgjørd í sendingunum, so svarar Martin Breum fegin, tá hann verður spurdur um, at koma við einum boði um framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum.


- Tað hevur aldrin verið so týðiligt sum í dag, at Danmark hevur tørv á Føroyum og Grønlandi. Tað er tá klárt, at Danmark er ein størri tjóð í verðini, tí Føroyar og Grønland eru partar av danska kongaríkinum. Tað er ein støðu, ið danska stjórin og allar komandi stjórnir fara at gera sítt fyri, at tað ikki broytist. Tað hevur verið støðan í nógv ár, og tað fer tað framyvir at vera.