Hendingarnar í hesum tíðum vísa greitt, hvussu ein lítil tjóð kann standa ímóti stórveldum – og hvussu avgerandi ein ríkisfelagsskapur er. Grønland, okkara bróðurtjóð, verður beinleiðis hótt av einum av heimsins valdmiklastu londum, USA, sum uttan umvegir hevur víst sín áhuga fyri landinum.s
Høvdu grønlendingar staðið einsamallir sum lítið sjálvstøðugt ríki, so hevði støðan helst verið avgjørd fyri langari tíð síðani. USA hevði tikið sær landið. Hetta er ein greið áminning um, hvussu harður veruleikin er í geopolitikki.
Men soleiðis bleiv ikki. Danmark – eitt av trimum londum í okkara ríkisfelagskapi – setti seg kontant ímóti. Og enn betri: næstan øll ES-londini stóðu aftanfyri. Tað er júst hetta, sum ein felagsskapur av trimum londum gevur: tyngd, verju og altjóða styrki, sum einki av londunum hevði havt einsamalt.
Tí er ríkisfelagsskapurin ikki bara ein loysn – hann er tann besta tryggingin fyri framtíðina. Trý lond, líka stillað, í einum felagsskapi, sum stendur sterkt – eisini tá stórveldi trýsta.
Samhald gevur styrki.
X við Sambandsflokkin.
Haraldur S Hammer











