Um fimmtíðina gjáramorgunin fóru franskir løgreglumenn inn í Saint Pierre kirkjuna í Calais eftir 95 afghanskum og irakskum flóttafólkum. Flóttafólkini fóru inn í kirkjuna seinasta leygardag og sýttu fyri at fara haðani, fyrr enn tey fingu loyvi at sleppa til Bretlands. Nøkur teirra kravdu at sleppa í Sangatte-flóttafólkaleguna nærhendis Calais, men tí sýttu myndugleikarnir fyri, tí tað hevur víst seg, at nógv flóttafólk eru flýdd úr leguni og haðani ígjøgnum undirsjóvbartunnilin til Bretlands.
Áðrenn løgreglan tók seg inn í kirkjuna, høvdu nøkur av flóttafólkunum hótt við at taka lívið av sær, leyp løgreglan á, men alt fór kortini friðarliga fram. Tey 95 fólkini vórðu koyrd upp í bussar og flutt til flóttafólkalegur í Norðurfraklandi.
Enn er ikki avgjørt, hvat fronsku myndugleikarnir fara at gera við flóttafólkini. Talsmenn hjá myndugleikunum hava tó sagt, at irakararnir verða neyvan sendir aftur til Irak, men síðani Talibanstýrið fall í Afghanistan, hevur Frakland sent fleiri afghansk flóttafólk heimaftur.










