Ríkidømi út í hvørt heim í landinum

Øll skulu við, sigur Javnaðarflokkurin eftir landsfundin í dag

Samgongan hevur økt munandi um stættarmunin í Føroyum.

Tað staðfestir Javnaðaflokkurin á landsfundi í dag. Og tað átalar flokkurin í eini yvirlýsing eftir fundin.

 

- Tveir triðingar av fólkinum fekk ikki lut í flatskattinum, og talið av fólki, sum liva í fátækraváða er vaksið munandi síðani samgongan tók við.

 

- Landsfundurin staðfestir, at tann ójavni, ið samgongan hevur skapt, forðar búskaparvøkstri og skapar spjaðing millum bólkar og øki í samfelagnum.

 

Javnaðarfólk halda, at tískil er tørvur á einum politikki, sum minkar um ójavnan og savnar okkum sum fólk, og sum endurreisir álitið á politisku skipanina.

 

- Vit vilja skapa eitt samfelag, har menniskju eru fræls og javnlík og hava møguleikan at fylgja sínum egnu dreymum.

 

Fyri at lætta um gerandisdegnum hjá fólki við lág- og miðalinntøkum, fer Javnaðarflokkurin at lata kommununum burturav leigugjaldinum frá alivinnuni, so tær kunnu hækka botnfrádráttin.

 

- Inntøkur frá tilfeingisgjaldi skulu tryggja fólkapensjónistum, støkum uppihaldarum og lægri inntøkubólkunum ein fíggjarligan lætta.

 

Ætlanin er eisini at raðfesta íløgur í útbúgving og læru, sum er fortreytin fyri at fólk og vinna trívast og støðast í Føroyum.

 

- Kennskapur og politiskt tilknýti skulu ikki gera av, hvussu tilfeingisvinnurnar verða skipaðar og ríkidømið verður býtt.

 

Tvørtur ímóti skal vinnupolitikkurin tryggja, at allir føroyingar hava javnbjóðis rætt at bjóða seg fram í einari sunnari og javnari kapping.

 

- Javnaðarflokkurin vil tryggja, at landsins ríkidømi kemur út í hvørt heim í landinum, hevur flokkurin samtykt á landsfundi í dag.