Hvussu skal fiskivinnan skipast eftir 2018, tá ið núverandi skipan fer úr gildi. Hetta fara tey at kjakast um á Rás2 klokkan 16 í dag.
Og tey, sum fara at geva sítt íkast til kjakið í dag, eru Jacob Vestergaard, landstýrismaður í fiskivinnumálum, Bjarni Arnason, grannskoðari, og Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor í Hósvík, sum hevur fleiri skip í ymsari vinnu, bæði her um leiðir, og longri burtur.
Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, ásannar, at vónirnar til, at henda borgarliga samgongan, sum nú syngur sítt seinasta ørindi, klárar at semjast um eina nýggja fiskivinnuskipan, svinna.
- Sambandsflokkurin tosar um eina semju við andstøðuna nakrar fáar mánaðir fyri val.
Hann heldur, at tað er bláoygt at vænta, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fara at atkvøða fyri einum luppskoti frá samgonguni um eina fiskivinnunýskipan.
Ein trupulleiki er, at eini 70 skip, ella tað mesta av botnfiskaflotanum á Føroyaleiðini skríður í skræðuni og hevur hall ár um ár.
- Her er av álvara talan um ríka mann og Lazarus, altso uppsjóvar- og langfararflotan, og botnfiskaskipini, línubátar, trolarar, partrolarar, útróðrarbátar
- Hvat kann gerast við tað í eini nýggjari fiskivinnuskipan?
- Makta politikarar at minka talið á føroyska botnfiskiskipum – kanska við eini helvt ella meiri og ber tað til at geva øðrum skipum burturav kvotunum av uppsjóvarfiski? Í løtuni fáa nótaskipini 2/3 av henni, og ídnaðarskip, skip í bólki tvey og russarar fáa 1/3.
- Ber tað til at skatta sølu av fiskiloyvum hart, uttan at tað bara økir prísin á kvotum og ger lønsemið hjá skipunum verri?
- Klára tingmenn at býta fiskin upp í smærri kvotur og minka føroyska skipatalið, so tað ikki endar sum í áttatiárunum við lánifíggjaðum skipastáli og alt ov lítlum fiski til hvørt skip?
- Kann ein hugsa sær eina lóg, sum avmarkar, hvussu nógvan fisk hvørt útgerðarfelag ella skip kann eiga, og kann tað hugsast, at uppsjóvarfiskurin verður býttur út á onnur reiðarí, sum afturfyri skulu høgga eitt ávíst tal av ólønsomum skipum, upp?