Ríkasti føroyingur eigur ognir fyri 2,1 milliard krónur

Rúni B. Róin er ríkasti føroyingur í kongaríkinum. Í øllum førum er hann tað sambært listanum »Danmarks 100 rigeste«, sum Økonomisk Ugebrev gevur út á hvørjum ári.

 

Rúni B. Róin er ein av »Guldfuglene fra CIP«, sum tey verða nevnd, eftir at tey fingu sera stórar fráfaringarlønir frá danska oljufelagnum DONG (sum nú eitur Ørsted) fyri nøkrum árum síðani. Og fyrrverandi stjórin í DONG, Anders Eldrup fekk sekkin fyri at hava goldið gullfuglunum sera høgar lønir.

 

Tey fimm, sum verða nevnd »gullfuglarnir« eru øll komin á listan við teimum 100 ríkastu í Danmark hesaferð. Tey hava tjent pengar upp á felagið Copenhagen Infrastructure Partners, sum á sinni skuldi gera Eysturoyartunnilin – sum talan var um at lata privata felagið gera og reka og eiga.

Felagið hjá teimum umsitur í dag fleiri hundrað pensjónsmilliardir hjá donskum pensjónsspararum, sum verða settar í grønar verkætlanir serliga innan havvindorku.

Tað var ikki hildið at vera ein góð forrætning, tá almenna felagið Ørsted, sum tá æt DONG, fyri 10 árum síðani lat sonevndu gullfuglarnar fara við stóru fráfaringarlønunum. Men síðani hava tey skapt sær eina milliardaforrætning við at menna grønar íleggjaraverkætlair við donskum pensjónspengum. Tey fimm hava upp á mettíð bygt sær upp ognir fyri tilsamans 13,5 milliardir krónur. Og Copenhagen Infrastructure Partners koyrir við fullari ferð fram.

 

##med2##

Tey fimm fólkini handan Copenhagen Infrastucture Partners (CIP) eru í ár flogin inn á listan hjá Økonomisk Ugebrev við 100 teimum ríkastu fólkunum í Danmark. Øll fimm. Upp á tíggju ár hava tey tilsamans skapt eina forrætning, har ognarlutur teirra er verdur 13,5 milliardir krónur. Harafturat koma høgu lønirnar og nevndarsamsýningar.

Tey fimm fólkini handan CIP hava hesi pláss á listanum við 100 teimum ríkastu:

 

  • Nr 59: Torsten Lodberg Smed, sum eigur ongir fyri 3,1 milliard krónur
  • Nr 86 og 87: Jacob Barüel Poulsen og Christian T. Skakkebæk við hvør sínum 2,9 milliardum
  • 79: Christina Grumstrup Sørensen við 2,5 milliardum
  • 87: Og føroyski Rune Bro Róin við 2,1 milliard krónum.

 

##med3##