Fótbóltur
Fyri fótbóltsfjepparar kring alt Europa var talan um leikligt vónbrot, tá Barcelona og Manchester United dystaðust á Camp Nou í Barcelona seinasta mikukvøld.
Í kvøld er so seinna hálvfinalan á skránni, og hóast vónbrotið seinast, so er lítil ivi um, at vónirnar til eitt satt brak eru stórar.
Skal Barcelona vinna seg víðari, so er neyðugt at skora – um ikki annað í brotssparkskapping – men venjarin, Frank Rijkaard, ætlar tó ikki, at tað skal koma somikið langt.
- Móti Manchester United mugu vit spæla væl. Og tað nyttar okkum einki at spæla verjufótbólt. Vit noyðast fram at leggja trýst á teir, sigur Frank Rijkaard undan dystinum.
Hollendski venjarin sigur eisini, at tað væl kann vísa seg sum ein sera dýrur avbrennari, tá Ronaldo kiksaði brotsspark á Camp Nou mikukvøldið.
Seinastu dystirnir hevur Manchester United ikki spruttað heilt so nógv, og við bara fimm stigum í seinastu fýra dystunum eru fólk farin at tosa um kreppu, nú tað í mesta lagi eru fýra dystir eftir at spæla. Ein kreppa, sum kann bera við sær, at einki gull kemur til Old Trafford í ár.
Men slíkt tos vil Sir Alex Ferguson als ikki hoyra talan um. Til oddabrakið leygardagin valdi hann at hava Cristiano Ronaldo og Carlos Tevez á beinkinum. Og tað er ikki nakað, sum venjarin nú angar.
- Við somikið stórum dystum við somikið lítlum skotbráði var talan um eina lætta avgerð. Hetta felagið hevur uppiborið allar møguleikar í Europa, og tí varð avgerðin tikin.
- Og eg havi fult álit á mínum spælarum. Sjálvandi var vónbrotið stórt leygardagin, men vit noyðast at vinna dystin í kvøld, um vit skulu víðari, sigur Sir Alex Ferguson.
Við 11 heimasigrum á rað hevur Manchester United metið í europiskum høpi, og tað metið kann økjast, um talan aftur verður um sigur í kvøld.