Rijkaard spøkir í Liverpool

Tað er ikki bara Roy Hodgson, sum verður nevndur sum ein komandi venjari hjá Liverpool.

 

Nú veit sjónvarpsstøðin SkySports at siga frá, at leiðslan í Liverpool hevur sett seg í samband við hollendingin, Frank Rijkaard, sum er venjari hjá turkiska stórfelagnum, Galatasaray. Frank Rijkaard hevur eisini áður vant FC Barcelona.

 

Sambært keldunum hjá SkySports hevur Liverpool havt samband við Galatasaray, men turkiska felagið við ikki loyva Liverpool at tosa við Frank Rijkaard.

 

Frank Rijkaard gjørdist venjari hjá Galatasaray í 2009, og hevur framvegis eitt ár eftir av sáttmálanum. So Liverpool má í lummarnar, um teir ætla at keypa hann leysan av sáttmálanum.

 

Frank Rijkaard sigst at verða spentur uppá at standa á odda fyri einum liði í Premier League, men líkt er til, at Galatasaray ætlar at berjast fyri at kunna varðveita hann, sum venjara.