Fyrsta bríkslið á Skála var klokkan 18.30. Nú teir skjótt fara at hvíla seg, er støðan 1-0 til B68. Eftir innlegg úr vinstru var ein av skálamonnunum so óheppin, at hann stýrdi bóltin í málið aftanfyri sín egna málverja.
Tá vóru 19 minuttir farnir, og síðani tá hevur Skála roynt at svara aftur, men tað hevur ikki eydnast í 1. hálvleiki.