Hóast Riise hevur eina inntøku áljóðandi góðar 20 mió. kr. um árið, so megnar hann ikki at gjalda sínar rokningar. Avleiðingarnar fekk hann, tá ið hann varð dømdur á húsagang av einum rætti í Liverpool. Hetta ber í sær, at hann missur sítt gjaldskort, og at hann má gjalda við reiðum peningi, tað, ið eftir er av árinum.
Ikki skuldi tað verið ein stór upphædd, ið vinstrabeinti landsliðsleikarin skyldar. Men tá ið hann ikki fær goldið sínar rokningar, traðkar lógvaldið inn.








