Fótbóltur
Við sjálvmálinum eftir 94 minuttum var John Arne Riise í fokus fyr alt annað enn tað góða, tá Liverpool og Chelsea spældu 1-1 í fyrru hálvfinaluni sínamillum.
Í kvøld er returdysturin á Stamford Bridge, og stóra kjakevnið er, um John Arne Riise hesa ferð verður at síggja á vinstra bakki hjá Liverpool.
Har hevur Fabio Aurelio fyri tað mesta átt sessin seinastu tíðina, men hann er heilt víst ikki við, nú hann dregist við skaða.
Tað reisir spurningin um Riise. Ein møguleiki, sum helst ikki er heilt ósannlíkur, er, at Riise fer beint inn á vinstra bakk. Hinvegin kann Benitez eisini velja at umskipa miðverjuna, soleiðis at Carragher fer út á annan bakkin.
Hjá Chelsea kann Avraham Grant fegnast um, at Frank Lampard aftur er tøkur. Michael Ballack sýndi sín stóra týdning fyri liðið, tá hann skoraði bæði málini í sigrinum á Manchester United, og so er spurningurin, um teir báðir stórspælararnir saman megna at finna stórspælið, nú felagið mest av øllum hevur tørv á hesum.