Síðstu árini hava doping ákærur felt nógvar súkklarar, og nú sigur ein fyrrverandi limur av týska felagnum Telekom, Jef D’Hont, at Riis var fullur í doping. – Hæmatokritvirðið hjá Riis var óvanliga høgt undir Tour de France í 1996. Eg bað hann ansa sær, tí hann fekk gikt av øllum tí, hann tók. Hann var fullur í doping. Súkklararnir spurdu sjálvir um EPO, og so syrgdu okkara læknar fyri, at teir fingu tað.










