Tað sær út til, at góði vinmaðurin hjá Whitney Houston, Clive Davis, fer at gera ein film um turbulenta lívið hjá Whitney Houston, og tann leiklutin ætlar Rihanna at fáa.
Barbados songkvinnan, Rihanna, er í hesari løtu aktuell við filminum Battleship, og nú ætlar hon sær at halda fram innan filmsheimin.
Hon vil nevniliga spæla Whitney Houston í filminum, sum Clive Davis ætlar at gera. Hon sigur við The Press Association, at hon ætlar at gera sítt besta í einum slíkum leikluti, tí tað krevur nógv at spæla Whitney Houston.
Í februar í ár doyði Whitney Houston, og hon varð funnin í einum baðikari. Stutt eftir varð tosað um, at ein filmur skuldi koma út um songkvinnuna.
Og í tí sambandi hevur Rihanna verið nevnd, men hon avvísir tó, at nakar hevur ringt til hana.
Hon sigur, at hon altíð hevur sæð upp til Whitney Houston, og at hon elskaði hana. Rihanna staðfestir, at tað í stóran mun var Whitney Houston, sum fekk hana at fáa áhuga fyri tónleiki.
Hetta veit eb.dk









