Rihanna hevur givið heilar fimm fløgur út síðani 2005, og nú er aftur ein ávegis.
Í gjár skrivaði hon á Twitter, at í heyst kemur ein nýggj fløga út, og keldur vátta fyri Billboard, at hetta er satt.
Rihanna gav í fjør út fløguna Loud, og hendan fløgan er tann best umtókta hjá songkvinnuni. 5 milliónir eintøk vóru seld.