Chris Brown hevur fingið ein harðskapsdóm fyri hendingina í februar, tá hann bankaði unnustuna sangarinnuna Rihannu. Myndirnar av henni við stórum, bláum merkjum í andlitinum eru farin um allan heim, og hava verið nýttar at seta fokus á harðskap í parlagnum.
Men nú hava tey bæði ætlanir um at fara ein romantiskan túr til Mexico saman. Unga parið ætlar at geva kærleikanum ein møguleika afturat, men keldur siga, at tey hava nógv at tosa um, áðrenn tey aftur kunnu vísa seg saman alment.
- Tað sum hendi, var ein skelkur fyri tey bæði, og tað líkist ikki Chris Brown at vera so harðligur. Eftir hendingina noyddust tey at fara hvørt til sítt, men tey hava allatíðina hildið sambandið, sigur keldan við blaðið Star.
Fleiri fólk hava ávarað móti ætlanunum, millum onnur sjónvarpssálarfrøðingurin Dr. Phil.
- Harðskapur í parlagnum skal undir ongum umstøðum góðtakast, og Rihanna sendir púra skeiv signal til sínar ungu fjepparar um, at tað er í lagið at verða bukað, um hon nú fer aftur til Chris Brown, sigur Dr. Phil