Eftir at hava tagt í seks mánaðir, fer Rihanna í morgin fyri fyrstu ferð at greiða nágreiniliga frá, hvat hendi í bilinum, tað kvøldið tá Chris Brown bankaði hana bæði gula og bláa.
Hon hevur higartil noktað at sagt sína søgu um tað, sum hendi tað syrgiliga Grammy-kvøldið í februar, tá hon fekk ógvusligan bank av sjeikinum og starvsfelaganum Chris Brown í einum leigaðum Lamborghini.
Nú hevur sangarinnan av Barbados eftir seks mánaðir valt at taka blaðið frá munninum og siga sína søgu í tveimum samrøðum. Tann fyrsta verður hósmorgunin ? amerikanska tíð ? í ABC-sendingini ?Good Morning America?.
Sambært ABC fer samrøðan fyri fyrstu ferð at avdúka, hvat hendi í februar, og hvussu Rihanna hevur havt tað teir seinastu níggju mánaðirnar.
Chris Brown bleiv í august mánaði dømdur seks mánaðir í samfelagstænastu fyri hansara álvarsliga harðskap.
Rihanna hevur tikið avgerðina um at úttala seg í fjølmiðlunum í samband við, at hon gevur nýggjan single ?Russian Roulette? út.










