Umframt virðislønina fyri fagrar bókmentir vórðu M.A. Jacobsen virðislønir latnar fyri serligt mentanaravrik og yrkisbókmentir. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð eisini latin í hesum sambandi. Allar virðislønirnar eru á 20.000 krónur.
Fyrst á pallin trein Zakarias Wang. Hann fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina "Føroyar á vegamóti". Í grundgevingini segði nevndin, at hetta var "týdningarmikið søguligt tilfar um støðu Føroya í heimssamfelagnum". Zakarias helt røðu, har hann var glaður um, at hansara bók var heiðurslønarverd. Hann legði afturat, at bókin "Føroyar á vegamóti" gav M.A. Jacobsen sjálvum rætt í tí sjálvstýriðsstríðið, sum hann stóð fyri.
Rigmor Restorff fekk M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik. Nevndin segði, at "Rigmor fær virðislønina fyri drúgva virki sítt sum tónlistafólk". Rigmor helt onga langa talu, men takkaði fyri. Hon var tann, sum fekk flest lógvabrestir frá fjøldini.
Effie Campbell fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs. Nevndin segði, at hon "hevur sæð tað neyðuga í, at vit innan kristnar bókmentir hava so virknan týðara sum Effie Campbell, ið við sínum skýmingarløtusøgum hevur ein greiðan boðskap".
Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens varð fyrstu ferð latin í 1958, og tá varð bara ein latin. Í 1972 vórðu tvær latnar. Ein fyri fagrar bókmentir og ein fyri yrkisbókmentir.
Í 1996 kom enn ein virðisløn uppí part. Tað var virðisløn fyri serligt mentanar avrik, og nú eru tríggjar M.A. Jacobsen virðislønir. Barnabókaheiðurslønin hevur verið latin síðan 1976.
Í fjør vórðu allar virðislønirnar javnsettar, og tær eru nú 20.000 krónur.