Ein munnligur fyrispurningur frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, gjørdi, at valúrslit nú aftur kunnu lesast á heimasíðu Kringvarpsins.
Fyri løtu síðani viðgjørdi løgtingið munnligan fyrispurning frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu, sum hevur spurt Anniku Olsen, sum varðar av hesum partinum av Innlendismálaráðnum, hví valúrslit frá ymsu valunum ikki eru tøk á internetinum.
Lítið skil hevur verið í, hvussu valúrslitini hava verið víst á heimasíðu Kringvarpsins, sum hevur hýst hesum tilfari seinastu mongu árini.
Men samstundis sum viðgerðin fór fram í løgtinginum, vórðu valúrslitini tøk á síðuni hjá Kringvarpinum – bæði úrslitið frá seinasta løgtingsvali í 2011 og frá kommunuvalinum í 2012.
Valúrslitið frá løgtingsvalinum í 2011 kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Og valúrslitið frá kommunuvalinum í 2012 kann leastviðAT TRÝSTA HER
Vit kunnu so bara staðfesta, at tað í hesum føri hjálpti, at málið varð reist í løgtingum fyri at fáa eina tænastu hjá Kringvarpinum at virka.
Annika Olsen segði í svarinum til Rigmor Dam, at hon skilti væl óttan um, at valúrsliti ikki eru tøk, og at hon tók hetta til eftirtektar.
– Kringvarpið hevur tikið hetta til eftirtektar og lagt úrslitini aftur til 2000 á netið, segði landsstýriskvinnan.