Stýrið fyri Kringvarp Føroya verður sett av landsstýriskvinnuni í mentamálum fyri fýra ár í senn. Tíðin hjá stýrinum var úti á nýggjárinum, og tí skal Rigmor Dam seta nýtt kringvarpsstýri.
Sambært lógini um Kringvarp Føroya, so er kringvarpið ein sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Kringvarpið verður stjórnað av stýri við sjey limum.
Limir í fráfarna stýrinum eru:
Rúni Heinesen í Klaksvík, su er formaður
Katrin Petersen, Sandur
Gunvá við Keldu, Klaksvík
Petur Elias Petersen, Tórshavn
Theodor E. D. Olsen, Hoyvík
Per Højgaard, Christianshavn
Carsten M. Arnskov, starvsfólkaumboð, Tórshavn
Sambært lógini skal landsstýriskvinnan tilnevna sjey stýrislimir og sjey varalimir fyri fýra ár í senn, og teir verða tilnevndir soleiðis:
Átta persónar verða tilmæltir av politisku flokkunum, ið hava umboð í Løgtinginum. Millum hesar átta tilnevnir landsstýrismaðurin ávikavist fýra stýrislimir og fýra varalimir.
Ein limur og ein varalimur verða tilnevndir eftir tilmæli frá starvsfólkunum í føstum starvi í Kringvarpi Føroya.
Landsstýriskvinnan tilnevnir eftir egnari avgerð tveir stýrislimir og tveir varalimir.
Landsstýriskvinnan tilnevnir formann og næstformann. Varalimur tekur sæti í stýrinum, um vanligum limi berst frá.
Teir stýrislimir, ið verða tilnevndir, skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti og mentan, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti.
Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.
Stýrislimir fáa samsýning, sum skal góðkennast av Landsstýriskvinmuni.
Stýrið er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi stovnsins verða fylgdar. Eftir tilmæli stjórans staðfestir stýrið virksemi stovnsins sum heild og yvirskipaðu meginreglurnar fyri programmpolitikkin í fíggjarárinum, eins og stýrið skal góðkenna og hava eftirlit við stovnsins rakstrarætlan og roknskapi.
Stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Kringvarpi Føroya, sum landsstýriskvinnan góðkennir.
Stýrið setir og loysir úr starvi stjóra.
Stjórin hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu- og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya.
Harumframt stendur í kringvarpslógini, at stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær tíðindaredaksjónir, og at stjórin eigur at taka atlit til journalistiskan førleika, tá ið størv verða sett á tíðindaredaksjónunum.
Nýggja stýrið situr til árslok 2022.