Rigmor setti maraton-met

Rigmor Napoleonsdóttir Arge tók um vikuskiftið lut í Frederikstad Marathon í Noreg. Og illa kann sigast annað enn, at talan var um ein góðan dag hjá Rigmor. Við tíðini 3.13,12 var hon fyrsta kvinnan um málstrikuna, og samstundis kvetti hon tríggjar minuttir av gamla føroyska metinum. Samstundis var talan um rutumen, og var tíðin hjá Rigmor heili 12 minuttir betri enn gamlað metið á rutuni.

90 rennarir vóru vid í kappingini, harav 7 kvinnur. Fredrikstad Maraton er ein sera hørð ruta, har rennararnir skiftast um at renna á asfalti og í skógi. Rigmor er tí sera fegin um frálíka úrslitið. Hon venur fram móti Stockholm Marathon, sum verður fyrst í juni.