Rigmor sett nýtt met í Keypmannahavn

Rigmor, sum venur í norska felagnum ÅS-IL rann Copenhagen Marathon rann í tíðini 03.10.39. Hetta eru slakar tríggjar minuttir skjótari enn gamla metið, sum rigmor átti sjálv.) Rigmor var nummar sjey av kvinnunum í kappingini.

Úrslitið gevur góðar vónir undan oyggjaleikunum í summar, har Rigmor tekur lut í hálvum maraton.

 

Fimm føroyskir menn tóku eisini lut í kappingini, og komu teir á mál í hesum tíðum.

Sigurd Justinussen: 02.54.33

Suni Lamhauge: 02.55.19

Borgar Biskupstø 02.58.08

Hjalti Gunnarstein: 03.15.27

Poul Sundskard: 03.20.30

 

Í alt tóku 6.694 rennarar lut í kappingini í danska høvuðsstaðnum.