Rigmor og Marnar vunnu

Leygardagin var árliga Top Run-kapprenningin, úr Kollfjarðardali niðan á Sornfelli. Samstundis hevur renningin fingið nýggjan »eigara«

Tilsamans 68 rennarar, 19 kvinnur og 49 menn, gjøgnumførdu kapprenningina á 9,8 kilometra langa teininum, sum gongur heilt upp í 740 metra hædd. Teinurin verður runnin eftir landsvegnum frá Effo-støðini í Kollfjarðadali og niðan á Sornfelli.
– Sum vanligt, er bara ein brekka, skemtaði Henning Kørvel, meðan hann peikaði niðan í mjørkan, áðrenn hann sendi rennararnar avstað við at telja niður frá fimm.
Sjálvur setti hann í síni tíð hesa kapprenningina í gongd, og í tíggju ár hevur tað verið MIF, sum er ítróttarfelagið í Mjørkadali, sum hevur skipað fyri.
– Nú verður tað Bragdið, sum yvirtekur, og nú renningin verður fyri ellivtu ferð, verður tað fyri fyrstu ferð sum Bragdið Top Run, segði Henning, sum frá byrjan hevur røkt renningina sum sítt hjartabarn, men nú altso letur hana frá sær.
Beint áðrenn rennararnir fóru avstað, vildi hann eisini hava Hans Birgir Hansen í Havn fram úr rúgvuni, so øll kundu geva Bigga ein lógvabrest, tí hann – sum tann einasti – hevur verið við til renningina øll árini.
Og so fóru rennararnir annars avstað í einum stórum flokki, men rættiliga skjótt sást, at Marnar Djurhuus ætlaði sær ikki bara at vinna, men eisini at taka metið á teininum, sum hevur hildið síðani 2004.
Tað eydnaðist eisini, tí Marnar tók ein minutt av gamla metinum og við tíðini 43:04 minuttir vann hann framman fyri Sam Vang og Regin Zachariasen.
Hjá kvinnunum var Rigmor Napoleonsdóttir Arge eisini miðvís og legði seg á odda beinanvegin, og hóast hon ikki fekk tikið metið, Valborg Heinesen setti í fjør, vann hon sannførandi við 53:15 minuttum, og á næstu plássunum komu ávikavist Birna Mohr Joensen og Hergerð Heldarskarð.